Postur 5

Himmalhválvsins savn

 

Fyri mangan góðan dag, ið var,

drekk nú eitt glas við mær,

vit tøma eina vinaskál

og minnast tíð, ið var

(“Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt”, týtt úr skotskum: Christian Matras)

 

Bókin Dýrmæta lív (1958) eftir føroyska skaldinum, Williami Heinesen (1900-1991) – týtt úr donskum: Christian Matras (1900-1988) – er eitt savn av brøvum hjá føroyska høvundanum handan skaldsøguna Barbara, Jørgen-Frantzi Jacobsen (1900-1938) til  vinmannin, William Heinesen. Við brøvunum fær lesarin innlit í innara heimin hjá hesum skaldi: Skal eg skriva ta bókina?… Eg havi hvørki hegnislag ella skapandi hugflog til at birta eina søgugongd – Jacobsen hevði sum mong onnur síni ivamál. Kortini fór hann í holt við søguna, eftir at hin veruliga Barbara í lívi hansara fór til annan mann, meðan hann harumframt var ringur av tuberklasjúku:

Aldri havi eg verið fyri slíkari bragdan av kvinnuligum tokka, hon hevur tramansligar gávur til inspirerandi kærleika… Ætlanin eg áður havi havt um at skriva eina skaldsøgu um Beintu í søgnini fekk aftan á tað sum her fór fram eina skúgvan framá afturat. Harragud, ein er kanska aftur vorðin tað ein er til, ein skapandi andi, frælsur og løddur við lívsroyndir. Viðhvørt eri eg djúpliga einsamallur og niðurfyrikomin – men so aftur inspireraður og rúsaður.

Við miseydnaðum kærleika og tuberklasjúku, ynskir Jacobsen sær mest hana, sum hann situr og skrivar – sera sjúkur um hetta mundið: Eg hevði kortini hugsað mær hana, skaldsøguna, í minsta lagi, sum eina seinastu bragdan. Skaldsøgan verður kærleikin í lívi hansara og henda ein síðsta bragdan, sum hann næstan gerst liðugur við, áðrenn hann fer frá hesi fold. Heinesen skrivar í bókini, at Jacobsen gleddist um at greiða frá lagnu síni í brøvum, men at hesin kortini ikki hevði ynskt at verið eitt upphevjað lívsfilosofiskt halgimenni. Avrik Jacobsens vóru framúr – serliga tá hugsað verður um stóru mótstøðuna í lívi hansara. Skjótt er tí at hugsa um hann sum eitt halgimenni. Við innlitunum í innara heim hansara hvørvur hitt upphevjaða halgimennið kortini. Við brøvunum sæst eitt inniligt brævaskifti frá vinmanni til annan – hesir javngamlir og líkir á mangan hátt. Og kortini við ymsum lagnum. Ikki snýr hetta seg um nakað halgað, men heldur um vinalag, sum gerst tíðarleyst við brøvum. Onkursvegna tøma Heinesen og Jacobsen við samskiftinum eina vinaskál og minnast tíð, ið var. Jacobsen lítur nevniliga bæði aftur á tíð, ið hevur verið, samstundis sum hann hugsar um tíð, ið er, og sum verður. Hann fær við øðrum orðum íblástur úr gamlari søgn, núverandi kærleika og komandi skaldsøgu. Hann ger sær lyfti um at gera bókina lidna hóast mótstøðu, og fyri rest ynskir hann, at hon fer at verða til.

Fimm postar eru riknir inn og savnaðir á Rekaposti í 2017. Í hesum fimta posti eru skrivini frá Jenný Augustudóttir Kragesteen, Sissal Drews Hjaltalin, Jasmin Mote og dulnevndari. Rekapostur takkar hjartaliga fyri tykkara skriv!

Vit báðar handan síðuna fegnast um allar postarnar í 2017 og vóna at fáa fleiri skriv sendandi í komandi ári. Hóast skrivað verður um meg og Miu sum verandi handan síðuna, er Rekapostur meiri eins og himmalhválvið á nýggjárinum. Eins og tá lýst varð við síðuni, er ætlanin við Rekaposti at lata áður óhoyrd brøv verða hoyrd og heiðrað saman við øðrum brøvum. Somuleiðis er Rekapostur eins og nýggjárshimmalhválvið (… himmalhavið?) eitt høvi hjá øllum at savnast um seg og síni og øll onnur, meðan tey gera sær ynski og lyfti. Og hugsanir, ivamál, minni, uppskot, hugskot, ætlanir, marrur, dreymar – alt, sum myndar, ella sum verður myndað, av lagnuni. Uttan mun til persónliga sannføring er nýggjárshimmalhválvið ein savnandi miðil hjá øllum at hugsa sína lagnu í. Rekapostur ynskir soleiðis øllum eitt eydnuberandi nýggjár – og eg fari at enda 2017 og byrja 2018 hjá hesum miðli við orðum Jacobsens:

Himmal og jørð og alt er innilokað í hvørjari lagnu, allur heimurin. Hon veksur og veksur, henda rúgvan. Tað er á henni, vit liva, vit síggja, vit kenna, vit spegla allan heim í okkara eygu, vit rúma alheimin í okkara heila. Og tað er á hana, vit hokna niður og lata eftir okkum okkara lagnu millum hinar.

Góðan lesihug!

Kærastu heilsanir,

Helena

 

Jasmin Mote, sangari

Sangtekstur, 2017

Jasmin Mote.jpg

 

 

 

 

Sissal Drews Hjaltalin, lesur málfrøði á universitetinum í Keypmannahavn

Frásøgn, desembur 2017

” It Couldn’t Be Done

Mær hevur altíð dámað yrkingar. Summar yrkingar havi eg lisið so ofta, at eg dugi tær uttanat. Ein teirra er “It Couldn’t Be Done”, sum Edgar Albert Guest hevur skrivað. Yrkingin ljóðar soleiðis:

 

Somebody said that it couldn’t be done

     But he with a chuckle replied

That “maybe it couldn’t,” but he would be one

     Who wouldn’t say so till he’d tried.

So he buckled right in with the trace of a grin

     On his face. If he worried he hid it.

He started to sing as he tackled the thing

     That couldn’t be done, and he did it!

 

 

Somebody scoffed: “Oh, you’ll never do that;

     At least no one ever has done it;”

But he took off his coat and he took off his hat

     And the first thing we knew he’d begun it.

With a lift of his chin and a bit of a grin,

     Without any doubting or quiddit,

He started to sing as he tackled the thing

     That couldn’t be done, and he did it.

 

 

There are thousands to tell you it cannot be done,

     There are thousands to prophesy failure,

There are thousands to point out to you one by one,

     The dangers that wait to assail you.

But just buckle in with a bit of a grin,

     Just take off your coat and go to it;

Just start in to sing as you tackle the thing

     That “cannot be done,” and you’ll do it.

 

Hendan yrkingin leyp mær í huga fyri nøkrum døgum síðani, tá eg segði farvæl við floksfelagarnar áðrenn jólafrítíðina, og ein floksfelagi brádliga fór at spæla navnaspæl. Eg haldi aldrin, at eg eri komin til ein fyrsta skúladag uttan at skula spæla okkurt slag av navnaspæl. Í yngru flokkunum vóru tað klappispøl, har børnini skuldu siga navnið hjá sær, og samstundis klappa merkingareindinarnar. “Eg- ei-ti Sis-sal, hvus-su ei-tur tú?”. Hetta var ofta flóvisligt, og fleiri teskaðu navnið hjá sær, meðan onnur mistu rútmuna beint sum tey áttu at siga navn sítt. Navnaspølini eru enn flóvislig hjá summum, og tí var tað als ikki løgið, at ein nýggjur floksfelagi hjá mær á universitetinum ikki segði navn sítt beinanvegin, tá hon skuldi at siga hvussu hon æt. Hon sat bara og hugdi at okkum við einum smíli. Tá vit høvdu bíðað eftir henni í umleið tíggju sekund, og hon enn einki segði, byrja.u fólk at gerast eitt sindur illa við. Hetta er universitetið, so man skal helst duga at arbeiða forbí sítt smædni. Brádliga sást í andlit hennara, at hon hevði skilt, at hon átti at tosa, og so fóru hendurnar til verka. Konan yvirav henni, sum vit higartil hildu var enn ein floksfelagi, byrjaði at umseta skjótu handarørslurnar til orð, sum vit skiltu. “Orsaka, eg skilti ikki at eg átti. Eg eiti Eva, og eg eri fødd púra deyv”.

At deyv fólk fara á universitet er als ikki løgið ella óvanligt. Men at ein deyv kvinna, sum aldrin í lívinum hevur hoyrt eitt einasta ljóð, velur at lesa málfrøði á universitetinum, er óvanligt. Málfrøði er tað, sum á góðum donskum eitur “sprogvidenskab”. Vit arbeiða við merkingarfrøði, høpismálfrøði, mállæru, orðalagslæru o.s.fr. Men reyði tráðurin í øllum tí, sum vit arbeiða við, eru orð – og serliga ljóð. Eva lesur sostatt eitt fak, sum í høvuðsheitum snýr seg um nakað, sum er – og altíð fer at vera – henni púra ókent. Hon stríðist í tímunum, og tulkar hennara og hon finna uppá tekin, sum skulu mynda ymisku ljóðini, sum lærarin prátar um. Tað sæst væl á Evu, at hetta ofta er tungt. Hon spyr nógvar spurningar, og ofta spyr hon sama spurning fleiri ferðir. Hon suffar nógv, og allarhelst harðari enn hon ætlar – hon hoyrir tað jú ikki. Men spurningarnir og suffini gerast færri og færri, og Eva hevur megnað at gera sær eina skipan, sum hjálpir henni at skilja ljóðini. Og fyri nøkrum døgum síðan, hendi nakað ótrúligt. Eva stóð við einari mynd av talugøgnunum í aðrari hondini, og einum lista við lýsingum av ljóðum í hinari. Við at hyggja at lýsingunum og at myndini, megnaði Eva nakað ótrúligt. Fyri allarfyrstu ferð í lívinum slapp hon at spæla navnaspæl eins og vit onnur. Hon segði við ristandi rødd “Eg eiti Eva, og eg eri deyv” – uttan hendur. 

 

 

 

Dulnevnd

Frásøgn, 2017

Eg helt altíð, at eg fór vera glað og eydnusom, um bara eg sá út sum hinar genturnar. Tær vøkru, klønu genturnar. Tær, eg, og øll onnur, løgdu merki til. Tað sýntist altíð, sum vóru tær best dámdar. Eg vildi síggja út sum tær og royndi at líkjast teimum. Eg vildi bara, at fólk skuldu dáma meg – og eg trúi, at tað fór at henda, bara eg var sum tær.

Eg eri ikki kløn og havi ongantíð verið tað. Eg kom skjótt í pubertetin – langt áðrenn tær flestu genturnar í mínum aldri – og tað gjørdi, at eg tíðliga byrjaði at gerast varug við og hugsa um, hvussu eg sá út. Eg var nógv hægri enn øll hini, og mín kroppur broyttist eisini uppá aðrar mátar, sum mær ikki dámdi. Eg fekk ofta viðmerkingar um tað, og føldi meg illa. Serliga vóru tað mínar vinkonur tá, ið mintu meg á, at eg hevði størri boppir, nógvar pirrir og eisini mínar sveittiblettar. Onnur kundu spyrja meg, hví eg var so stór(høg), og tá eg sjálv var kedd um mína hædd – og mínar boppir og serliga mínar pirrir – so kundi eg ikki skúgva spurningarnar til viks, men varð heldur kedd og kendi tað, sum var okkurt galið við mær. Eg kendi tað, sum tosaðu onnur um meg og vendu sær við, tá eg gekk framvið. Og tað ringasta av øllum var, at eg kundi einki gera við tað.

Eg hevði einki sjálvsálit í mínum ungu tannárum. Eg legði alt upp í hendurnar á øðrum, og hvat onnur mundu halda um meg. Var eg pen? Var eg fitt? Var eg nóg kløn? Tað sluppu øll hini at avgera.

Sum ung gerast eldri er eisini náttúrligt at gentur og dreingir fáa áhuga í hvørjum øðrum. Eg sá, hvussu dreingir hugdu at mínum vinkonum – mínum vøkru, klønu vinkonum. Teir hugdu ikki soleiðis at mær. Eg sá, hvat dreingir skrivaðu til mínar vinkonur. Eingin skrivaði soleiðis til mín. Eg hoyrdi mínar vinmenn (sum akkurát vóru komnir í pubertetin og einans hugsaðu um gentur) siga, hvussu lekkur handan var, og hvussu flottan kropp hin hevði. Tær tosaðu um formar á boppum og perfektar rumpur – og tað einasta, eg hugsaði, var, at eg sá langt frá soleiðis út. Eg føldi, at skuldi nakar drongur dáma meg, so mátti eg síggja soleiðis og soleiðis út – eg mátti hava flætan búk, stórar boppir, kløn lør og bara vera kløn. Men eg sá ikki soleiðis út. Eg var ikki góð nokk.

Tá onkur drongur so vísti mær áhuga, so mátti tað vera, tí at eg var nóg flott og kløn, helt eg. Eg byrjaði at hugsa, at eg kanska var góð nokk. Men at so fáa at vita frá sama drongi, at eg ikki hevði nóg stórar boppir, og at eg kanska burdi farið og runnið, tí eg hevði ein ring um mín búk, var alt annað enn stuttligt.

Soleiðis helt á í nøkur ár. Um ein drongur kom í myndina og gjørdi tað liðugt við meg, helt eg, at har mátti vera okkurt galið við mær. Hví vildi hann ikki vera hjá mær? Var eg ikki nóg flott? Ikki nóg klók? Segði hann ikki, at eg var pen?

Tá eg var 19 ára gomul, tímdi eg ikki meira. Eg kendi meg maktleysa og lítið virda. Eg vildi ikki hava tað so, og eg lovaði mær sjálvari, at einki mannfólk skuldi fáa meg at føla soleðis aftur. Eg lat ongan koma framat, lat ongan fylla nakað. Eg lat ongan gera eina meting av mær. Eg lat ongan siga mær, hvat var gott nokk við mær og ikki. Eg vildi ikki lata mítt sjálvsálit upp í hendurnar á nøkrum øðrum. Nú snúði tað seg einans um meg og mínar meiningar. Eg samlaði nøkur leys pettir av mær og royndi at leggja tey uppá pláss aftur. Tey tómu plássini fylti eg við pettum, sum ikki høvdu verið har áðrenn. Eg byrjaði at siga jalig orð við meg sjálva. Eg byrjaði at tosa pent um meg sjálva, eisini við onnur. Eg varð glaðari, eg varð blíðari, eg varð róligari. Eg hevði tað gott! Eg var ikki kløn, men eg sá, at eg kundi vera glað, sjálvt um eg ikki var tað, og at lívið er um so nógv annað. Eg byrjaði at kunna ásanna, at mínar vinkonur(sum eg nokk var bittur inná) ikki vóru væl dámdar av teirra útjsónd, men av teirra fantastisku persónligheitum, sum eg heldur ikki kann annað enn at elska. Eg merkti eisini, at fólkini rundanum meg vórðu opnari fyri mær. Mínir dagar vórðu lættari, og alt sýntist ikki so tungt, sum tað einaferð var. Alt hetta ljóðar so kliché, men tað var veruliga ein vending í mínum lívi og í mínum persóni.

Har eru enn dagar, har eg ikki eri glað og føli meg lítla. Men har eru fleiri dagar, har eg havi tað gott og eri glað.

Jenný Augustudóttir Kragesteen, tónleikari og sangari – handan bólkin FRUM – og lesur harumframt heimspeki á universitetinum í Keypmannahavn

Skriv og myndir, 31. desembur 2017

Onki skap, skap, onki skap. Frá ongum til alt og síðan aftur til onki. Eg eri borin í heim av heiminum og inn í heimin, sum longu hevur fastar reglur, lógir og sum er skipaður, men hann verður ongantíð fullkomin.

Eg fari í hesum bloggi at fortelja eitt sindur um okkurt sum eg hugsi um.

 

Eg havi saman við jørðini snarað 8858 ferðir rundan um jarðarmiðásin, so tað er ikki so løgið, at eg av og á fái sjóverk. Tá eg var fimtan var eg vís í, at eg hevði vant meg við sjóverkin og hevði funnið meg sjálva fyri allar ævir. MEN tað var altso ein stór misskiljing, kanska vóru tað bara eini kyrrindi í sjónum akkurát tá, hehe. So at leita eftir mær sjálvum eri eg givin við, ella eg haldi ikki ordiliga eg veit, hvat tað gongur út uppá. Men at leita eftir heiminum og forvitnast, tað fari eg aldrin av gevast við ella rættari, eg haldi ikki, at eg kann liva uttan at gera tað.

Tað er ótrúliga løgið, at nakað er til. Eg royni ofta at ímynda mær, at onki er til, onki svart, onki nakað, men tað er líka løgið.

Tað, sum hugtekur meg ótrúliga nógv, er alheimsnáttúran. Tað, sum vísindin sigur í dag er, at fyri 13.772 milliard árum byrjaði okkara univers í einum stórum frumbresti. Hvat og hvussu hetta hendi er nokk ein spurningur sum vit neyvan nakrantíð fáa svarað – og tað er eitt kjak fyri seg. Men, tað sum eg vil siga við hesum er, at tann alheimur, sum uppstóð tá og sum vit kenna liva í í dag, innihelt longu tá alt, sum vit eru og alt sum er uttanum okkum nú.

Vit skilja ofta í millum nátturu og menniska við øllum tí, sum tað hevur skapað, sum á fakmáli eitur artifaktir. Tvs. vil siga, at órørda náttúran og fríska luftin eru náttúra, meðan bygningsverk, plastik og dálking ikki eru náttura. Hendan skilnað havi eg ongantíð skilt, tí alt, sum er til, er náttúra, ein náttúra, sum áhaldandi er í broyting og í umskipan. Sjálvandi eru nógv av teimum tingum, sum menniskju hava skapað, ikki serliga heppin, ella rættari sagt eitt slag av náttúru, sum oyðileggur náttúru. Men eg haldi framvegis, at plastikk er náttúra. Tað er júst hetta evnið, mær dámar væl at arbeiða við. At alt í veruleikanum hevur sama uppruna, skapast til okkurt og síðan umskapast aftur, so alt, sum er rundan um okkum í heiminum er tað sama. Totalt kvantimekanikkur, men eg hetta veit eg ikki nóg nógv um so tað lati eg liggja hehe.

Tá eg so havi staðfest, at eg livi í alheiminum sum Jenný í nøkur ár og so ikki meira, hvussu skal eg so liva hetta lívið? Tað dugi eg ikki heilt at svara uppá og giti at tað heldur ikki er nakað svar, man má bara royna at yvirliva og fáa so nógv burturúr øllum, sum man kann. Persónliga er forvitni drívmegin hjá mær, forvitni um alheimin. Hvat, hví og hvussu. Eg haldi ofta, at tað er eitt sindur snýt, at eg veit so lítið, og at eg ongantíð fari at fáa at vita, hví nakað er til. Eg ræðist ikki tankan um, at Jenný einferð ikki er til, men eg kann blíva eitt sindur irriterað av tankanum um, at har fara at henda so nógv ting, sum man fer at finna útav sum Jenný aldrin fær at vita nakað um. Mega fomo til alt, sum eg aldrin fari at hava møguleika at uppliva. Men eg kann ugga meg við, at eg og alt rundan um meg altíð verður ein partur av alheiminum, sum flytur seg, so sjálvt um eg ikki verið Jenný altíð, so verið eg altíð ein alheimsfjakkari.

Í høvðusheitinum eru tveir møguleikar fyri, hvussu framtíðin hjá menniskjanum fer at síggja út, annaðhvørt vit týna okkum sjálvi við kríggi og dálking, ella vit finna burðardyggar mátar at liva saman uppá, ella vit megna at flyta okkum yvir á aðrar gongustjørnur ella kanska eisini finna eina ormaholu, soleiðis at vit kunnu ferðast og finna stjørnubreytir, sum eru fleiri túsund ljósár burtur. Eg havi ofta hoyrt fólk siga, “hví skulu vit út í rúmdina at oyðileggja aðrar planetir, hava vit ikki nokk vit at oyðileggja jørðina” og “hví vilja vit byrja lív á Mars, tá tað eru milliónir av lívum á jørðini, sum treingja til hjálp”. Men vit eru nú einaferð her tí tað er okkurt í okkum, sum drívur okkum – at yvirliva. At áhaldandi at forvitnast um heimin og at granska hann er at yvirliva. Og eg giti, at um tað eru nøkur ting, sum minna um eitt svar, um hví alheimurin er til, so liggja tey fjald úti í alheiminum. Eg eri í øllum førum klár til at lata meg í rúmdardraktina og leypa avstað.

 

Jenný 1.jpgJenný 3.jpgJenný 2.jpg

 

 

One thought on “Postur 5

Leave a comment